Nú ver Vágatunnilin latin upp aftur og sostatt er aftur koyrandi um Sandavágsháls. Tað boðar løgreglan frá beint nú, eftir at Vágatunnilin varð stongdur seint seinnapartin, tí tað var ikki koyrandi.
Annars er Vestmannavegurin framvegis stongdur, men hann letur upp afur um eina løtu. Løgreglan sigur, at tað standa fitt av bilum í Kvíkvík og bíða eftir koyrilíkindum til Vestmanna.
Annars er ikki koyrandi til Gjáar heldur og tað eru sera vánlig koyrilíkindi á Oyndarfjarðarvegnum og Selatraðarvegnum.
Sostatt er tað mest í hæddunum, at tað eru ring líkindi, men longur niðri við sjóvarmálan er munandi frægari líkindi - løgreglan veit um fólk, sum hava koyrt heilt úr Norðoyggjum til Havnar, og vóru ikki stórvegis trupulleikar av tí.