Nú er uppskot um fría fosturtøku lagt fyri Løgtingið

Kvinnur fáa rætt til fría fosturtøku upp til viku 12, men undir ávísum umstøðum kunnu tær fáa fosturtøku seinni

Áki Bertholdsen
7. mars 2024 kl. 13:55

Nú er uppskot lagt fyri Løgtingið um at vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum.

Tað er Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið.

Eftir uppskotinum hava kvinnur rætt til at fáa fosturtøku upp til 12. Viku. Men undir serligum umstøðum kunnu tær eisisini fáa fosturtøku eftir tað, eitt nú, tá ið heilsuligar umstøður eru til tað.

Eingin endalig niðurstøða er um, nær lívið byrjar, sigur Bjarni Kárason Petersen. Men hann heldur, at fosturtøkur eiga at verða framdar so tíðliga sum gjørligt - og samstundis eigur tað at verða tryggjað, at kvinnan hevur góðar møguleikar fyri at taka eina vælgrundaða avgerð.

Tí heldur hann, at markið tí kann verða sett til endan á 12. viku. Løgfrøðiliga verður eitt fostur mett sum eitt barn, um í minsta lagi 22 fullar vikur av viðgongutíðini eru farnar, verður barnið tá føtt og ikki vísir lívstekin, er talan um eitt deyðføtt barn og ikki eina fosturtøku. 

Sambært galdandi lóg skal hjúnafelagi hava høvi til at úttala seg, áðrenn ein kvinna fær fosturtøku. Tað kann vera við til at tryggja sjónarmiðini hjá manninum og pápanum at barninum, at hann hevur rætt til at úttala seg, áðrenn ein fosturtøka verður framd.

Tó er hetta í andsøgn við rættin hjá kvinnuni til sjálv at taka avgerðina. Somuleiðis kann talan vera um umstøður, sum avgerandi tala ímóti, at tað skal vera eitt krav, at maðurin ella pápin at barninum skal úttala seg.

Tað er eisini trupult at áseta møguligar avleiðingar av ikki at handhevja eitt slíkt krav, um maðurin ella pápin at barninum ikki verður hoyrdur. 

Er talan um hjún ella eitt samlivandi par, er tað natúrligt at geva manninum høvi til at úttala seg. Mett verður tó ikki, at tað skal vera eitt lógarfest krav fyri at fáa fosturtøku, at hann skal hoyrast og úttala seg, áðrenn ein møgulig fosturtøka verður framd. 

Eftir nýggja uppskotinum verður hildið fast um meginregluna um, at tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, skulu geva samtykki til eina fosturtøku, um gentan ella kvinnan er undir 18 ár. 

Tað kunnu tó vera umstøðurnar sum tala ímóti at krevja samtykki frá tí ella teimum, sum hava foreldramyndugleikan. Tað kann vera har gentan, ella unga kvinnan, er vorðin við barn við blóðskemd, ella um tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri hana, um tann ella tey, sum hava foreldramyndugleikan, fáa kunnleika um, at hon er við barn. 

Tí verður mett, at tað er neyðugt við einum undantaki til kravið um samtykki frá tí ella teimum, sum hava foreldramyndugleikan, um gentan er undir 18 ár.