Tey í KJ á Kambsdali eru nú liðug við fyrsta byggistig av arbeiðnum at útbyggja smoltstøðini í Nauteyri í Íslandi. KJ sigur í tíðindaskrivi, at tað er felagið, Háafell, sum eigur smoltstøðina, og at arbeiðið gongur væl.
– Fyrsta byggistig av stóru verkætlanini er nú liðugt, og hetta er ein varði á vegnum í góða samstarvinum sum Háafell og KJ hava havt í fleiri áratíggju, sigur KJ.
– Fyrsta byggistigið fyri Háafell er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at bjóða seg fram í Íslandi, har KJ hevur verið í fleiri ár, sigur felagið.
Fyrsta byggistig er ein høll við fýra stórum kørum, ið tilsamans geva 2.400 rúmmetrar. Her hevur KJ staðið fyri arbeiðinum at leggja rør í jørðina, at sveisa og leggja plastrør, umframt at veita og seta tekniska útgerð, upp.
Men arbeiðið steðgar tó ikki her, tí tey eru longu farin undir næsta byggistig. KJ hevur lagt rørleiðingar í lendið og arbeiðið við at byggja bygningin, er komið væl ávegis.
Gauti Geirsson, stjóri hjá Háafell, sigur at at tey eru sera glað fyri at hava gjørt avtalu við KJ um at veita og seta rørleiðingar og tekniska útgerð til útbyggingina, upp.
– Vit hava samstarvað við KJ í 20 ár, har vit m.a. eisini hava keypt tvíkiljur og aliringar frá teimum. Hetta ger, at vit kenna okkara veitara sera væl, sigur hann.
Hann leggur afturat, at sum vanligt hevur samstarvið við KJ verið fyrimyndarligt.
Í januar mánaða í 2023 veitti KJ eina tvíkilju til Háafell, sum var 15 metrar long og átta metrar breið. Tvíkiljan fekk navnið Kofri, og var bygginummar 61 í røðini av tvíkiljum frá KJ.
Íslendski marknaðurin hevur sera stóran týdning fyri KJ. Tí luttekur fyritøkan á stóru aliráðstevnuni Lagarlíf 2024, sum verður hildin í Reykjavík í hesi vikuni. Fyri góðum trimum vikum síðani luttók KJ eisini á stóru ali- og fiskivinnumessuni, IceFish2024.