Nú er tamarhald á eldinum í Hoyvík

Sløkkiliðið fer nú at fáa eitt yvirlit yvir støðuna

Áki Bertholdsen
6. desember 2024 kl. 20:34

Sum vit skrivaðu í áðni var stórur eldur í asfaltverkinum, sum liggur einar 100 metrar norðan fyri stórhøllina á Hjalla. Talan var um stóran eld og løgreglan bað fólk halda seg burtur

Løgreglan sigur beint nú, at tey hava fingið tamarhald á støðuni og at sløkkiliðið nú roynir at fáa yvirlit yvir støðuna og at sløkkja tað, sum enn liggur og gløðir.