Hetta seinasta árið, frá februar í fjør til februar í ár, eru prísirnir, sum heild, hækkaðir 2,6 prosent. Príshækingarnar halda sostatt fram, men prísirnir hækka kortini ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt.
Tað er vorðið alsamt dýrari at taka bústaðarlán og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum og tað eru eisini hesar útreiðslurnar, sum hava størst ávirkan prísgongdina, sigur Hagstovan.
– Tað, sum er dýrkað mest, er nevniliga tað at fáa tak yvir høvdið, serliga tí at rentan er hækkað. Men annað, sum hevur tilknýti til bústaðin, bæði streymur og fjarhiti, eru eisini, er eisini farið nógv upp í prísi. Fjarhitin er dýrkaður 8,6 prosent og streymurin er hækkaður 2,6 prosent.
Her sæst, hvussu nógv dýrari tað er vorðið at búgva í egnum húsum, hesi seinastu árini
Hagstovan vísir á, at sostatt er tað vorðið alsamt dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið.
– Í miðal eru rentuútreiðslurnar hækkaðar sløk 45 prosent frá februar í fjør til í februar í ár. Hinvegin er miðalprísurin á húsarhaldsolju, á áleið tann sami í februar í ár, sum í fjør.