Nú er tað greitt hvør fer at verja málið við Margáir

Eftir, at hann var skaddur mesta partin av síðsta kappingarári, er Jóannes Davidsen komin fyri seg

Mynd: EB/Streymur
Jóannes Hansen
22. desember 2023 kl. 13:17

Síðsta kappingarár var ein av stóru spurningunum undan hvørjum umfari eftir summarsteðgin, hvør fór at verja málið hjá EB/Streymi. Ikki færri enn fimm ymiskir málverjir tóku ta uppgávuna á seg.

Jóannes Davidsen var fastur maður millum stólparnar undan summarsteðginum. So varð hann illa skaddur í knænum undir venjing og var ikki førur fyri at spæla tað, sum eftir var av árinum.

19 ára gamli Fayo Kruse vardi málið í einum dysti, og so var heldur ikki hann tøkur.

Símun Rógvi Hansen var leigaður úr NSÍ at verja málið í einum dysti.

Silas Eyðsteinsson varð leigaður úr B36 at verja málið í einum dysti.

Og so var tað Steven Van Dijk, sum í 10 dystum vardi málið hjá EB/Streymi. Hann var leigaður úr 07 Vestur.

Nú boðar EB/Streymur frá, at sáttmáli er undirskrivaður við málverja, sum er ætlaður at vera fremsti málverji hjá Sigfríði S. Clementsen og hansara monnum.

Besta liðið hjá EB/Streymi fer í 2024 at eiga heimavøll við Margáir í Streymnesi. Málverji verður nú 21 ára gamli Jóannes Davidsen, sum er komin fyri seg eftir álvarsliga knæskaðan, ið er orsøkin til, at hann ikki var á vøllinum eftir 2. juli í 2023, tá ið EB/Streymur í Hólmanum á Eiði tapti 2-0 ímóti Víkingi.

Sambært faroesoccer.com hevur Jóannes Eyðfinsson Davisen spælt 18 landskappingardystir í bestu deildini.