Spælararnir eru komnir á vøllin, og um lítla løtu fara týsku dómararnir at bríksla fyri fyrstu ferð.
Tað eru 19 spælarar í føroyska leikarahópinum. Tá ið tað eru í mesta lagi 16 spælarar á dómaraseðlinum, so hevur tað alla tíðina verið greitt, at tríggir spælarar verða millum áskoðararnar.
Nú er tað greitt, hvørjir teir tríggir eru, sum venjararnir hava gjørt av, í dag skulu sita millum áskoðararnar.
Teir tríggir eru Allan Norðberg, Rói á Skipagøtu Ellefsen og Óli Mittún.
Føroysku áskoðararnir eru við at fjølgast í høllini. Teir eru litaðir í føroysku litunum, og teir eru rættiliga mælskir.
Føroysku spælararnir hava verið á vøllinum í stóru høllini í góða løtu og hita upp.