Nú er spenningur um silvurkrónurnar

Hetta vikuskiftið var EB/Streymur stóri vinnari í botnstríðnum

Jóannes Hansen
1. september 2024 kl. 19:25

Víkingur er á gáttini at tryggja sær FM heitið. Í gjár vann Víkingur tryggan 3-0 heimasigur ímóti grannunum í NSÍ. Samstundis floppaði HB fullkomuliga í Fuglafirði, tá ið ÍF vann ársins fyrsta sigur. ÍF vann 2-1. HB legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og HB hevði fleiri møguleikar at skora fleiri mál. Tá ið tað ikki eydnaðist, gekk tað soleiðis, sum tað ofta ger hjá favorittum, ið ikki liva upp til tað, sum tað verður roknað við.

ÍF javnaði í næstsíðsta minutti, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði Bogi Reinert-Petersen sigursmálið. Tá vóru bæði Hanus Sørensen og HB venjarin Asolfo Sormani vístir undir tak í ÍF húsinum.

Leingi hevur tað sæð út til, at KÍ fór at enda á bronsuplássinum. KÍ er framvegis á triðja plássi. Eftir vónbrotið í Finnlandi hóskvøldið, megnaði KÍ í dag at vinna 3-1 á heimavølli ímóti Skála. Nú hevur KÍ 48 stig, ið er sama stigatal, sum HB á øðrum plássi hevur. Um 14 dagar hittast KÍ og HB í Klaksvík.

Hóast ÍF í gjár vann ímóti HB, so sigur stigatalvan, at ÍF framvegis er stórfavorittur at flyta niður. Tað er framvegis óvist, um tað verður ein annar beinleiðis niðurflytari. Tað valdast um, hvørji tey trý vera, sum enda ovast í næstbestu deildini. Í løtuni er FC Suðuroy favorittur at vinna beinleiðis uppflyting. Tað er møguleiki fyri, at AB ella B71 fara at vinna beinleiðis uppflyting, men tað er eisini møguleiki fyri, at annað av hesum feløgunum fer at spæla um pláss í bestu deildini ímóti tí næstniðasta í bestu deildini.

Við knúsandi 6-0 heimasigri ímóti 07 Vestur styrkti EB/Streymur av álvara um sína støðu í kappingini um at sleppa undan hóttanini av niðurflyting. Í tí kappingini eru eisini B68 og Skála, sum taptu á útivølli ímóti favorittunum í ávikavíst B36 og KÍ.

Hóast NSÍ tapti 3-0 í Sarpugerði í gjár, so er NSÍ framvegis trygt á fjórða plássi.

 

KÍ – Skála 3-1 (1-0)

1-0: René Shaki Joensen 13.

2-0: Páll A. Klettskarð 50.

2-1: Emil Rosenberg br 85.

3-1: Kristoffer Ødemarksbakken 88.

 

ÍF – HB 2-1 (0-1)

0-1: Mathias Voss 48.

1-1: Uros Stojanov 89.

2-1: Bogi Reinert-Petersen 98.+

 

Víkingur – NSÍ 3-0 (0-0)

1-0: Árni Nóa Atlason 64.

2-0: Jørgen Nielsen 80.

3-0: Jákup Johansen 94.+

 

EB/Streymur – 07 Vestur 6-0 (3-0)

1-0: Boubacar Dabo 7.

2-0: Boubacar Dabo 19.

3-0: Bergur J. Poulsen 27.

4-0: Jens Erik Bruhn 66.

5-0: Jóhann Hansson Joensen 77.

6-0: Tóki H. Johannesen 89.

 

B36 – B68 2-0 (1-0)

1-0: Mattias Hellisdal 17.

2-0: Hannes Agnarsson 74.

Víkingur

20

19

0

1

62

9

57

HB

21

16

0

5

44

18

48

20

16

0

4

43

19

48

NSÍ

21

12

1

8

46

30

37

B36

21

9

5

7

44

35

32

07 Vestur

21

8

3

10

27

46

27

EB/Streymur

21

5

1

15

23

41

16

Skála

21

4

3

14

22

46

15

B68

21

3

5

13

13

37

15

ÍF

21

1

4

16

20

63

7

 

Máltindurin

Páll A. Klettskarð KÍ

18

Petur Knudsen NSÍ

13

Áki D. Samuelsen HB

12

Poul Kallsberg Víkingur

10

Fríggjadagin 13. september

EB/Streymur – ÍF: kl. 18.30

Leygardagin 14. september

Skála – 07 Vestur: kl. 18.30

Sunnudagin 15. september

KÍ – HB: kl. 15.00

B68 – Víkingur: kl. 17.00

B36 – NSÍ: kl. 15.00