Nú er Sigurd byrjaður í stjórastarvinum

Tann 3. juni byrjaði Sigurd Leifsson Lamhauge sum stjóri hjá IRF.

Terji Nielsen
6. juni 2024 kl. 20:59

Sigurd er útbúgvin elektro-mekanikari, verkfrøðingur og er Master í Leiðslu. Hann hevur starvast í nógvum ymiskum verkætlanum í Føroyum og uttanlands. Síðstu gott fimm árini hevur Sigurd verið stjóri á Landsverki.

Sum stjóri hjá IRF hevur Sigurd evstu ábyrgd av felagnum, og hann ætlar framhaldandi at tryggja grønu kósina hjá IRF saman við leiðslu, deildarleiðarum og starvsfólkum annars.

- Hesa uppgávuna, sum stjóri fyri IRF, eri eg sera spentur at fara í gongd við. Mær dámar væl at fáa nýggjar avbjóðingar, og kenni meg hepnan at fáa møguleika at stjórna einum so spennandi arbeiðsplássi sum IRF, sigur Sigurd L. Lamhauge. 

-IRF ger ein sjónligan mun í tí føroyska rúminum og hevur sett sær sera ambitiøs mál, m.a. at 50% av burturkastinum skal endurvinnast áðrenn 2030. Eitt ítøkiligt mál, ið ikki krevur so lítið. Fyrst og fremst av okkara hugburði, men eisini maskinum, skipanum av innheinting o.s.fr. Burturkastið skal síggjast sum eitt tilfeingi, ið kann endurvinnast, og her hava vit eina beinleiðis ávirkan á eitt neutralt CO2-útlát. Hetta er ein uppgáva, ið eingin klárar einsamallur, og tí er neyðugt við samstarvi millum nógvar partar. Eg eri sera spentur at kunna arbeiða við hesum økinum saman við dugnaliga starvsfólkahópinum hjá IRF, sigur Sigurd L. Lamhauge, nýggjur stjóri við heimasíðuna hjá IRF.