Nú er semja um tunnilin til Suðuroyar

Fyrrapartin í morgin verður tíðindafundur í Tinganesi, har tað verður kunnað um verkætlanina at gera tunnil Suðuroyar, og har umboð fyri allar flokkar fara at skriva undir semjuskjal

Jóannes Hansen
7. november 2024 kl. 22:35

Tað letur til, at breið politisk semja er rokkin í málinum um tunnil til Suðuroyar.

Í kvøld er skriv sent miðlunum, har boðið verður til tíðindafund í Tinganesi fyrrapartin í morgin.

Løgmaður hevur verið oddamaður í bólkinum við umboðum fyri allar politisku flokkarnar, sum hevur arbeitt við at fyrireika tunnilin til Suðuroyar.

Í innbjóðingini verður sagt, at løgmaður fer á tíðindafundinum at kunna um verkætlanina Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegaskervum, verður sagt í skrivinum frá løgmansskrivstovuni.

Lagt verður aftrat, at umboð fyri allar flokkar í løgtinginum fara at skriva undir semjuskjal.

Enn hevur einki ítøkiligt verið at frætta um linjuføring, tíðaræltan, kostnað og fígging. Ivaleyst verður meiri at frætta um hetta á tíðindafundinum klokkan 10.30 í morgin.

Politikarar hava seinastu tíðina í orðaskiftum í tinginum latið væl at arbeiðnum í bólkinum.