Nú er semja um handverkarasáttmálan

Karmurin er á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu

industry.fo
26. september 2024 kl. 15:59

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hinumegin hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála galdandi frá 1. oktober 2024 til 30. september 2026.

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 3,25 % 1. oktober í ár og 3,23 % 1. oktober 2025. Harumframt hækkar eftirlønin við 0,5% frá 1. oktober 2025, samstundis sum eftirlønin tá verður roknað av allari A-inntøku. Harumframt fáa handverkararnir somu serstøku viðbót sum arbeiðarafeløgini á 3,75 kr./tíman fyrra árið og 3,50 kr./tíman seinra árið.

Karmurin er á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.