Nú er Ragnar víkingur

Ragnar Skála fer tvey tey næstu árini at spæla við Víkingi

Jóannes Hansen
1. november 2024 kl. 14:27

Tað hevur ljóðað í nakrar vikur, og søgan fekk av álvara bein at ganga á, tá ið tað var greitt, at Ragnar Skála ikki fer at halda fram á Skála.

Í dag kunnger Víkingur, at meistarafelagið hevur skrivað undir sáttmála við Ragnar Skála, sum í ár spældi á Skála.

Sáttmálin við 24 ára gamla framrættaða spælaran er geldandi fyri tvey tey næstu árini.

Burtursæð frá í ár so hevur Ragnar Skála bara umboðað barndómsfelagið á Argjum.

FaroeSoccer veit at siga, at Ragnar Skála hevur spælt 81 dystir í bestu deildini, og at hann hevur skorað seks mál. Hann hevur seks ferðir verið á U-21 landsliðnum.