NSÍ hevur leingi verið greitt á uppflytingarkós. Nú snýr tað seg um, um tað fer at eydnast teimum gula og svørtu at vinna næstbestu deildina.
Einasti kappingarneytin í tí stríðnum er Skála. Í dag legði Skála rygg til stórtap á Sandi, og tá ið NSÍ vann 5-0 á heimavølli ímóti næstbestu liðnum hjá grannunum á Toftum, bar tað við sær, at nú er spenningurin størri um, hvør fer at vinna næstbestu deildina.
Skála er framvegis topplið, og nú eru tað fýra stig aftur til NSÍ.
Á pappírinum sá B68 liðið út til at vera væl mannað. Millum teir fyrstu ellivu vóru Fríði í Túni Petersen, Hjalti Strømsten og Villiam Emil Klein.
Men tað var NSÍ, sum skoraði øll málini, og longu tá ið eitt korter var farið, var støðan 2-0.
Málskjúttar vóru miðvallarin Beinir Nolsøe og álopsspælarin Búi Egilsson. Tá ið knappliga hálvur tími var farin, var tað miðvallarin Betuel Hansen, sum økti um munin til 3-0, og seks minuttir seinni var Búi Egilsson aftur upp á spæl.
Eftir steðgin hevði NSÍ nógvar stórar málmøguleikar, men tað var ikki fyrr enn, at tað restaði ein minuttir, at 5-0 sigurin varð staðfestur. Málskjútti var Mamuka Toronjadze, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein hálvur tími.
Fríggjakvøldið fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og leygardagin fer B68 suður í høvuðsstaðin at hitta FC Hoyvík.