So eru formellu viðurskiftini komin upp á pláss, og tað er staðfest, at Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari hjá AIK Stokholm. Besta liðið venur í Karlberg í Stokholm, og hósdagin fer føroyski venjarin fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av venjingini.
AIK hevur verið meistari 11 ferðir. Síðsta ferðin, at AIK vann SM, var í 2018. Teir leingjast eftir, at tað aftur skal eydnast at vinna meistaraheitið. Í løtuni er tað lítið ella rættari sagt einki, sum bendir á, at tað í ár fer at eydnast at vinna meistaraheitið.
Eftir 14 umfør er AIK á áttanda plássi við 20 stigum. Malmö FF, sum hevur spælt 15 dystir, er topplið við 35 stigum, og Djurgården, sum eins og AIK er í Stokholm, er næstovast við 31 stigum.
Í gjár vann AIK 2-1 á útivølli ímóti Halmstads BK. Mánakvøldið fara Mikkjal Thomassen og AIK at spæla á útivølli ímóti GAIS, sum hevur 22 stig og er á sjeynda plássi. GAIS er eitt av feløgunum í Göteborg, og felagið eigur heimavøll á Gamla Ullevi. Umframt GAIS eiga IFK Göteborg og Örgryte IS heimavøll á Gamla Ullevi.
AIK eigur heimavøll á Friends Arena í Solna í Stokholm. Fyrsti heimadysturin hjá AIK við Mikkjali Thomassen sum venjara verður ólavsøkudag, 29. juli, og eisini tá verður mótstøðuliðið GAIS.
Á heimasíðuni hjá AIK er í kvøld grein um nýggja venjaran