U21: Nú er málið sjeynda plássið
Føroyska u21 landsliðið í hondbólti tapti 23-26 fyri Danmark og harvið er møguleikin um eitt fimta plássið farin
Ragnar Sjúrðarson
1. juli 2023 kl. 11:51
Føroyingarnir vóru annars væl við í seinna hálvleiki og løgdu danir undir veruligt trýst, men tað eydnaðist tó aldrin at koma fram um Danmark, sum vann við trimum málum.
Føroyingarnir brendu heilt nógvar møguleikar og tað er eisini sigandi, at dagsins maður bleiv Mathias René Rex Dorgelo í danska málinum, sum bjargaði heili 47 prosent av málmøguleikunum.
Eins og serbarnir høvdu danir gjørt sítt heimaarbeiðið og syrgdu fyri, at Hákun West av Teigum aldrin kom veruliga til sín rætt.
U21 landsliðið skal nú spæla um at vera nummar 7 í heiminum í morginárini. Tað verður móti Kroatia ella Portugal.