Í dag var hátíðarløta á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tað var tí nú er nógv umrøddi skannarin, vinnufyritøkur hava latið Sjúkrahúsinum, tikin í brúk.
Skannarin er av mest framkomna slagnum og hann er eitt nýbrot í føroyska heilsuverkinum, tí nú kunnu nógvir sjúklingar skannast í Føroyum, sum higartil eru sendir til Danmarkar.
Hetta er løtan, vit hava sæð fram til og nú er løtan komin at gleðast og vísa takksemi, segði Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi á móttøkuni fyri skannaranum í dag.
Tað er ein royndur lutur, at meir tú stríðist fyri einum máli, størri verður gleðin, nøgdsemið og takksemið tann dagin, tá tú umsíðir ert komin á mál.
– Dagurin í dag er ein slíkur, og eg kann lova tykkum øllum, at í dag er gleðin sera stór.
Hon segði, at fyri alt Sjúkrahúsverkið er hetta eitt stórt frambrot, tí nú kunnu hópin av sjúklingum fáa eina tænastu her heima, sum annars bert hevur verið at fingið uttanlands.
Hetta eru fyritøkurnar, sum hava latið skannaran
– Henda gáva fer at koma øllum Føroya landi tilgóðar, tí hon letur upp dyr til nýggjar møguleikar fyri viðgerðum her á landi og slóðar fyri menning og betri tænastum til allar føroyingar.
– Henda gávan til Klaksvíkar Sjúkrahús, og harvið alt Sjúkrahúsverkið, er so stórfingin, at hon hevur uppiborið eina heilt serliga og hjartaliga tøkk frá okkum, segði hon.
– Mangir leikir eru í drúgvum talvi, sigur orðatakið, og kanska er tað ikki so løgið, at nógvir leikir skuldu til, fyri at loysa avbjóðingarnar, tá tvær so ólíkar skipanir, sum privata vinnan og almenna Sjúkrahúsverkið, eru saman um eina verkætlan, segði Alexandra á Dul.
Samstundis avdúkaði hon, at skannarin er longu tikin í brúk, tí ein sjúklingur hevur verið í skannaranum í dag. – Kanningin fekk eftir bókini og sjúklingurin var væl nøgdur, segði Alexandra á Dul.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, segði, at nýggi skannarin er við til at menna okkara
Sjúkrahúsverk.
– Við skipaðum samstarvi ímillum røntgendeildirnar á Klaksvíkar sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum, gerast møguleikarnir eisini betri at gagnnýta knappa starvsfólkatilfeingið í Sjúkrahúsverkinum, segði Margit Stórá.
– Samstarv, og betri gagnnýtsla av tilfeinginum ímillum sjúkrahúsini, er vegurin fram. Tað er soleiðis vit mugu hugsa og arbeiða, um, skulu vit framhaldandi menna okkara Sjúkrahúsverk, segði hon.