So er tað greitt. Magne Hoseth er nýggjur venjari í Lyngby Boldklub í donsku superliguni. Tað sigur bold.dk seg vita. Semja er funnin millum Lyngby og KÍ, sum Magne Hoseth var bundin at fram til ársskiftið.
Fyrr í dag var greitt, at Magne Hoseth og Lyngby vóru samd um treytir fyri tvey ára sáttmála. Trupulleikin var, at Magne Hoseth í sáttmála var bunin at KÍ. Tí var neyðugt við samráðingum millum Lyngby og KÍ um, hvat KÍ skuldi hava frá Lyngby fyri at sleppa venjaranum.
KÍ er farið undir arbeiðið at finna nýggjan venjara, og tað fara ikki at ganga nógvir dagar, áðrenn KÍ fer at kunngera, hvør nýggi venjarin verður.
KÍ spælararnir fara mánadagin 22. januar undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.