Soleiðis sá út á Selatraðarvegnum í morgun, tað er blankur ísur eftir øllum vegnum
Nú er koyrandi aftur – men eitt vegastrekki verður stongt aftur eina løtu
Nú eru koyrilíkindini munandi frægari enn tey hava verið
Áki Bertholdsen
2. desember 2023 kl. 12:32
Tað hevur verið sum á kalvabakið fleiri staðni kring landið og sum vit hava hava skrivað í morgun, hava fleiri ferðsluóhapp verið.
Ringasta óhappið var á Selatraðarvegnum, har ein saltbilur hjá Landsverki fór oman av vegnum í gjellifrostinum.
Tað var so hált, at Selatraðarvegurin varð stongdur. Men fyrrapartin fór Landsverk at salta og fyri eini løtu síðani var koyrandi aftur til Selatraðar.
Men nú eftir døgverða fara tety at fáa saltbilin hjá Landsverki upp aftur og í tí sambandi verður vegastrekkið av Morskranesi til Selatraðar stongt aftur í eina løtu, frá klokkan 13 til umleið klokkan 14.
Annars verður framvegis boðað frá hálku á Velbastaðhálsi og við Norðskálatunnilin.