Nú er hon aftur ovast á styrkilistanum

Í heyst fer hálvføroyski nevaleikarin, Sarah Mahfoud, aftur í ringin

Áki Bertholdsen
13. juli 2023 kl. 12:13

Hálvføroyski, kvinnuligi nevaleikarin, Sarah Mahfoud, er aftur nummar eitt á styrkilistanum hjá altjóða sambandinum fyri nevaleik, IBF.

Samstundis fyrireikar hon seg til næsta dyst og nú er greitt, athann verður í Royal Arena í Keypmannahavn, leygarkvøldið 7. oktobur.

Tað siga tey, sum fyrireika dystin, men enn er ikki greitt, hvør mótstøðukvinnan verður. Men fyrireikararnir siga, at tey leita eftir eini sera sterkari mótstøðukvinnu, sum kann bjóða Sarah Mahfoud av.

Tað er síðani seinasta sigurin á týskaranum, Nina Meinke, at hon nú aftur er ovast á styrkilistanum.

Hon er eisini ávikvist nummar trý og fýra á styrkilistunum hjá tveimum øðrum sambondum fyri nevaleik, WBC og WBO.

Endamálið hjá Sarah Mahfoud er at fáa ein nýggjan HM dyst í fjaðurvekt í onkrum av teimum fýra, stóru sambondunum fyri nevaleik. 

Annars er tað Amanda Serrano úr Puerto Rico,, sum er treytaleysur heimsmeistari í fjøðurvekt, tí hon er heimsmeistari í øllum teimum fýra sambondunum.

Amanda Serrano vann eisini á Sarah Mahfoud í fjør, men næsta mánað skal hon til USA at verja HM heitið í dysti ímóti Heather Hardy, sum eisini er úr USA.

Annars er tað óvist um hon skiftur vektbólk, ella um hon heldur fram í fjaðurvekt.

Men fyrireikarnir í Danish Fight Night siga, at undir øllum umstøðum liggur Sarah Mahfoud nú væl fyri at fáa ein HM dyst aftur í næstu framtíð.

Higartil hevur hon vunnið 13 dystir og hon hevur bara tapt ein dyst.