Nú leygardagin, tann 27. januar, verður lutakastið til HM play-off dystirnar hjá manslandsliðnum. Lutakastið verður kl. 12.00.
Londini eru styrkismett í tveimum pottum, og verður tað ein úti- og heimadystur í viku 19 í mai, sum fara at gera av, hvørji europeisk lond fara at vinna seg víðari í HM-endaspælið, sum um eitt ár verður í Danmark, Noregi og Kroatia.
At Føroyar seinastu tíðina hava staðið seg so væl ber við sær, at Føroyar ikki vera partur av fyrsta kvalifikatiónsumfarinum, sum verður í mars mánað. Tað er tó greitt, at mótstøðuliðið hjá Føroyum í viku 19 – í mai mánaða – verður ein av tjóðunum, sum eru nevndar í potti 1.
Londini eru styrkismett soleiðis:
Pottur 1:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Holland, Spania, Montenegro, Kekkia, Pólland og Norðurmakedonia.
Pottur 2:
Georgia, Serbia, Føroyar, Sveis, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, harumframt vinnararnir av hesum play-off dystum, sum verða leiktir í mars mánaði Slovakia – Ísrael, Estland – Ukraina, Belgia – Italia og Finnland – Litava.