Nú er hann heiðraður fyri altíð at ganga á odda

Niels Mortensen í Havn er endaður í fínum selskapi

Áki Bertholdsen
22. oktober 2024 kl. 10:33

Niels Mortensen, stjóri í SMS, er nú komin í fínt selskap.

Hann er nú tikin upp í Team Rynkeby Hall of Fame, sum er ein serligur heiður til tey, sum hava avrikað nakað heilt serstakt fyri Team Rynkeby.

Team Rynkeby sigur, at at hann hevur verið við á hvørjum einasta súkklutúri úr Føroyum til París síðani fyrsta túrin í 2013.

– Hóast veðrið á túrinum var alt annað enn gott, fekk Niels ikki skrekk, tí hann søkti aftur árið eftir, siga tey. Og tey siga, at Niels Mortensen er tann einasti, sum hevur verið við øll árini - Og hann verður eisini við næsta summar.

 Aðalmálið hjá Team Rynkeby er at gera okkurt gott fyri onnur og í hesum sambandi súkkla tey á hvørjum ári til Paris við tí endamáli at samla pengar inn til børn við krabbameini og øðrum álvarsligum sjúkum. Og  Niels Mortensen hevur øll árini gingið á odda.

– Hann er altíð sera væl fyrireikaður, antin tað er á túri í Føroyum ella á veg til París. Hann er ógvuliga væl dámdur, lýddur og virdur millum øll, sum hava verið við Team Rynkeby Føroyar, siga tey.

Eisini er hann ómetaliga hjálpsamur og leggur gleðiliga øðrum lag á og stuðlar undir at menna tey sum skulu við at súkkla

– Niels er skemtiligur, hevur lætt til láturs og fær fólk at flenna - alt góðir eginleikar at hava í Team Rynkeby, siga tey í Team Rynkeby, nú hann er upptikin í Rynkeby Hall of Fame.