Nú er tað greitt, hvørji tey fýra feløgini vera, sum leygardagin 10. februar fara at spæla hálvfinalu í Klaksvík í steypakappingini hjá monnum.
ÍF – Fleyr 0-3 (13-25, 22-25, 19-25)
Fleyr vann í gjárkvøldið lættan 3-0 sigur á ÍF í seinasta dystinum í bólkaspælinum í steypakappingini. Bert í triðja setti var eitt vet av spenningi móti endanum, tá ÍF hevði bart seg upp á 22-23, men so vann Fleyr teir báðar næstu bóltarnar og settið 25-22.
ÍF – Mjølnir 0-3 (25-27, 22-25, 18-25)
ÍF spældi eisini í fyrradagin; tá ímóti Mjølni, sum mátti stríðast fyri at vinna fyrsta settið og eisini annað, sum Mjølnir at enda vann 25-22, eftir at ÍF hevði fylgt við til 21-22. Í triðja setti var ongantíð spenningur.
SÍ – Ternan (25-19, 25-11, 25-20)
Í Sørvági staðfesti SÍ oddastøðuna í bólkinum við greiðum sigri á Ternuni. Ternan var á odda 9-8 í fyrsta setti, men eftir hetta fekk SÍ lítla mótstøðu.
Úrslitini hava við sær, at Fleyr gjørdist nr. 3 í bólkinum og skal tí møta nr. 2, sum er Mjølnir, í hálvfinaluni. ÍF skal sum nr. 4 møta fremsta liðnum, SÍ.
Hálvfinalurnar í Bónus-kappingini verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík 10. februar. Sjálv steypafinalan verður í høllini á Hálsi í Havn 24. februar.