Tveir dystir eru á skránni, tá føroyska U19-landsliðið við gentum fyrst í apríl mánað fer til Turkaland, har EM-undankapping er á skránni. Triðja landið í bólkinum er Armenia.
Pætur Smith Clementsen stendur á odda fyri liðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Rúnu Nón Bjartalíð, hevur hann nú sett navn á tær 17, ið hesaferð skulu umboða Føroyar.
Fyrri dysturin verður mikudagin 3. apríl ímóti Turkalandi, og leygardagin 6. apríl spæla Føroyar og Armenia. Báðir dystirnir verða spældir á Arslan Zeki Demirci Spor Kompleksi í Antalya.
Hópurin
Súsanna Laksafoss Godtfred, B36
Teresa Jacobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Fríða Magnussardóttir Jakobsen, HB
Gunnvá Lützen, HB
Lea Tórarenni Johannesen, HB
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Jórun Najma Patawary, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Hoydal, AaB (Danmark)