Nú hevur eitt nýtt svimjifelag fingið limaskap í Svimjisamvandi Føroya.
Tað er Svimjifelagið Hellifossur í Kvívík, sum nú er nýggjur limur í Svimjisambandi Føroya, so nú hevur Svimjisambandið sjey virkin feløg.
Svimjifelagið Hellifossur hevði stovnandi aðalfund hin 5. oktober 2023, har nevnd varð vald og viðtøkur samtyktar, sum eru grundaðar á standardlógunum hjá ÍSF fyri nýggj ítróttarfeløg.
Hellifossur hevur heimstað í Kvívík, og er fyrsta nevndin:
- Sára Midjord, forkvinna
- Helgi Simonsen, næstformaður
- Joan M. Joensen, skrivari/kassameistari
Hartil tiltakslimir:
- Benadikta Debes
- Anja Eydnudóttir
- Torstein Paulason Brattaberg
Umsókn um limaskap varð send til Svimjisamband Føroya, sum síðani ráðførdi seg við ÍSF, áðrenn tað var endaliga góðkent sum limur í Svimjisambandinum í gjárkvøldið.
– Vit í Svimjisambandinum fegnast sjálvsagt um hendan nýggja lim okkara, ið umboðar eitt øki í Føroyum sum Svimjisambandið søguliga hevur havt ilt við at røkka, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum.
Føroysku svimjifeløgini eru nú Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Suðuroyar Svimjifelag, Svimjifelagið FLOT, Svimjifelagið Hellifossur, Svimjifelagið Reysti og Ægir.