KÍ vann fyrr í kvøld 2-1 í Gundadali ímóti HB. Hetta var triði KÍ sigurin ímóti HB í ár, og nú hevur KÍ vunnið seks landskappingardystir á rað ímóti HB. Síðsti HB sigurin var 20. oktober í 2021, tá ið HB vann 2-1 í Gundadali. Hetta var fáar dagar eftir, at KÍ hevði tryggjað sær FM heitið.
Við sigrinum í Gundadali hevur KÍ av álvara aftur lagt seg á FM kós. KÍ hevur 55 stig fyri 20 dystir, B36 hevur 49 stig, og HB hevur 47 stig. Bæði B36 og HB hava spælt 21 dystir.
Tað eru altso seks stig frá KÍ og aftur til B36, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn KÍ.
Nú er B36 fremsti FM avbjóðarin, og nú er B36 frammanfyri grannarnar í HB.
Sunnudagin fer B36 at spæla í Hólmanum á Eiði. B36 fer til Eiðis við sjálvsáliti, tí B36 hevur úr sjey teimum seinastu ferðunum vunnið 19 stig – seks sigrar og so 2-2 í Sørvági. Seinasta B36 tapið var í grannauppgerðini 10. juni, tá ið HB vann 1-0.
Eftir ferðina norður til Eiðis eigur B36 tveir teir næstu kappingarneytarnar, tá ið tað ræður um silvurplássið. 25. september er tað ímóti HB, og 1. oktober verður Víkingur mótstøðuliðið í Sarpugerði.
Um tað eyndast at vinna hesar báðar dystirnar og hinar, sum bíða, so valdast tað um, hvussu KÍ fer at standa seg. B36 fær í næstsíðsta umfari – sunnudagin 22. oktober – vitjan av KÍ.
Í kvøld vóru klaksvíkingar fegnir, tá ið teir fóru úr Gundadali við fullari úrtøku. Síðani 2-0 heimasigurin ímóti HB 2. juli hava avrikini í heimligu kappingini ikki verið so sannførandi, sum tey frammanundan vóru. Tap í Gøtu og javnleikur á heimavølli ímóti 07 Vestur bóru við sær, at tað fór at lukta av spenningi í FM kappingini.
2-1 sigurin í kvøld var tí sera kærkomin.
Nógvu dystirnir hava kostað. Í kvøld vóru Vegard Forren og Heini Vatnsdal og Claes Philip Kronberg ikki á listanum. Páll A. Klettskarð var á beinkinum, og eitt stórt korter eftir, at hann í 61. minutti varð skiftur inn, skoraði hann sigursmálið. Innleggið átti Jóannes K. Danielsen, sum er ein annar av lyklaspælarunum, og uppaftur ein annar av lyklaspælarunum, Árni Frederiksberg, skoraði til 1-0 við beinleiðis hornasparki.
Adrian Justinussen javnaði til 1-1 tveir minuttir eftir, at KÍ setti hol á. Emil Berger átti innleggið úr høgru. Tá ið Adrian skoraði til 1-1, bað hann um at verða skiftur út, og tað var hann nakrar minuttir seinni. Tað sá út til, at hann var darvaður av spínu í búkinum ella kanska var tað í lærkrikanum.
Undan dystarbyrjan í kvøld varð Adrian Justinussen av FSF heiðraður fyri at vera besti spælari í august. Tað var pápi hansara, GÍ veteranurin Rúni Justinussen, sum handaði honum FSF viðurkenningina.
-Eg má rósa spælarunum fyri góða hugburðin, sum teir vístu, men eg eri ikki nøgdur við leikliga avrikið. Serliga í seinna hálvleiki átti tað at verið betri, tí tað var ikki nóg góður friður á spælinum, sigur Magne Hoseth, venjari hjá KÍ, í samrøðu við Trónd Arge hjá Televarpinum, og hann heldur fram:
-Enn er langt á mál, og í hesum tørninum eru sjey dystir eftir, áðrenn tað verður landsliðssteðgur. Nú hava vit fokus á dystinum mánakvøldið ímóti B68. Eg havi longu sett liðið, sum fer at spæla tann dystin, og tað vera fleiri broytingar, tí tað er so stutt millum dystirnar, at tað er neyðugt at skifta og hvíla, sigur KÍ venjarin.
-Vit eru vónbrotnir, tí spælið hjá okkum lagaði seg ikki soleiðis, sum vit høvdu vónað. Sum báðu ferðirnar fyrr í ár, so var tað sera tætt ímóti klaksvíkingum. KÍ er eitt gott lið, sum tað er torført at vinna málmøguleikar ímóti, og aftur í kvøld koppaði tað teimum til fyrimunar, og tað eru vit vónbrotnir av. Hjá okkum ræður tað um at fokusera á næstu uppgávuna og at vinna alt tað, sum er eftir, sigur HB miðverjin Bartal Wardum, sum var sera eyðsýndur í kvøld.
Týskvøldið fær HB vitjan av Víkingi.
HB – KÍ 1-2 (0-0)
0-1: Árni Frederiksberg 60.
1-1: Adrian Justinussen 62.
1-2: Páll A. Klettskarð 79.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Emil Berger, Heðin Hansen (Jákup L. Thomsen, 81.), Dan í Soylu (Heri Hjalt Mohr, 86.) – Mathias Præst Nielsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen (Áki D. Samuelsen, 70.)
Gult kort: eingin
Venjari: Jákup Martin Joensen
KÍ: Nils Jonatan Johansson – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Deni Pavlovic – Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson (Páll A. Klettskarð, 61.), Jákup B. Andreasen, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, Luc Kassi (Børge Petersen, 84.), Mads Bo Mikkelsen (Issah Ahmed Latif, 84.)
Gult kort: René Shaki Joensen, Odmar Færø, Jákup B. Andreasen
Venjari: Magne Hoseth
KÍ | 20 | 18 | 1 | 1 | 51 | 14 | 55 |
B36 | 21 | 16 | 1 | 4 | 46 | 17 | 49 |
HB | 21 | 15 | 2 | 4 | 57 | 17 | 47 |
Víkingur | 21 | 13 | 3 | 5 | 52 | 20 | 42 |
07 Vestur | 21 | 9 | 4 | 8 | 34 | 32 | 31 |
EB/Streymur | 20 | 6 | 2 | 12 | 22 | 37 | 20 |
B68 | 21 | 4 | 6 | 11 | 21 | 37 | 18 |
TB | 21 | 4 | 4 | 13 | 13 | 46 | 16 |
ÍF | 21 | 4 | 0 | 17 | 19 | 58 | 12 |
AB | 21 | 3 | 1 | 17 | 16 | 53 | 10 |
Leygardagin 16. september
ÍF – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Sunnudagin 17. september
EB/Streymur – B36: Alex Troleis kl. 15.00
AB – TB: Dagfinn Forná kl. 15.00
Mánadagin 18. september
KÍ – B68: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00
Týsdagin 19. september
HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00