Tað er nú endaliga avgjørt, nýggja fongslið, sum skal byggjast í Føroyum, skal vera Við Áir. Tað sigur Landsstýrið beint nú.
Við støði í fakligum metingum, hevur Landsstýrið mælt donsku stjórnini til, at nýggja fongslið, sum skal byggjast í Føroyum, verður við Áir í Sunda kommunu.
Danska stjórnin hevur tikið undir við tilmælinum og tí er nú endalig avgerð tikin um, at nýggja fongslið verður við Áir.
Tilgongdin at byggja eitt nýtt og størri fongsul í Føroyum byrjaði í juni 2022, tá ið landsstýrið og danska stjórnin skrivaðu undir eina ætlanaryvirlýsing um at seta ferð á hesa tilgongd.
Tá heitti Landsstýrið á kommunurnar í Føroyum um at lata Landsstýrinum uppskot um, hvar nýggja fongslið skuldi vera - og inn komu 11 uppskot frá 9 kommunum.
Staðsetingin við Áir verður mett at vera væl egnað, tí hon er miðskeiðis í landinum og lætt atkomulig. Harumframt fer staðsetingin at hava við sær fleiri arbeiðspláss á staðnum og møguleika fyri øktum virksemi í økinum.
Hetta er eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at byggja nýggja fongslið, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum í tíðindaskrivi.
Hann sigur, at í alt ov langa tíð hava vit havt eina skipan, har vit hava útveitt fangar til Danmarkar samstundis sum vit dupultrevsa føroyskar fangar við at senda teir av landinum.
Tá ið fongslið við Áir stendur klárt, fáa vit munandi betri umstøður at fyribyrgja ringu ávirkanini, sum tað hevur at senda føroyskar fangar til Danmarkar,” sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður.
Nýggja fongslið við Áir kemur í staðin fyri varðhaldið í Mjørkadali og skal eftir ætlan standa liðugt í 2029. Í varðhaldinum í Mjørkadali í dag sita mest fangar sum hava fingið fongsulsdóm, styttri enn 18 mánaðir. Aðrir fangar verða aloftast sendir til Danmarkar at sita dómin.
Við nýggja fongslinum er ætlanin, at so at siga allir føroyingar skulu kunna sita dómin í Føroyum. Hetta kann hava stóran týdning fyri endurmenningina av tí dømda, tí nógv bendir á, at tað hevur ringa ávirkan á føroysku fangarnar at verða sendir til Danmarkar, har teir koma í samband við eitt meira rátt kriminelt umhvørvi. Harafturat er tað at verða sendur av landinum fyri at sita dómin eitt slag av dupultrevsing.