Samráðingarnar ímillum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um maskinmeistararnar hjá Strandferðsluni, eru slitnaðar.
Tað boðar Maskinmeistarafelagið frá í kvøld og felagið sigur, at sostatt er semingsmaðurin boðsendur.
Samráðingarnar sáttmálarnar hjá maskinmeistarunum hjá vaktar- og bjargingarskipunum, og havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra, halda tó fram.
Tað gera sáttmálasamráðingarnar um maskinmeistararnar hjá Sev og IRF, og aðrar maskinmeistarar í almennum starvi á landi, eisini.
Hinvegin sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, at tey halda seg hava troytt allar møguleikar at finna semju um maskinmeistararnar hjá Strandferðsluni, men tað hevur verið til fánýtis.
– Í teimum stóru málunum, sum eru avgerandi fyri okkum í hesum samráðingunum, stendur í botni, og tað hevur tað gjørt alla tíðina, sigur Arnfinn Bech.
Hann sigur, at nú tey so komin hagar til, at tað tænir ikki nøkrum endamáli at draga pínuna longur út.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vil tó ikki siga, hvørji tey stóru og avgerandi málini eru, sum skilja partarnar.
– Nú skal semingsmaðurin hava frið at gera sítt arbeiði uttan at verða órógvaður av boðskapum frá okkum, sigur hann.
Men áður hevur hann greitt frá teimum viðurskiftum, Maskinmeistarafelagið leggur stóran dent á at fáa í rættlag.
Eftir sáttmálanum arbeiða fastløntu maskinmeistararnir hjá hjá Strandferðsluni 91 tímar í eina viku og hava so frí í eina viku.
– Men bróta teir vakt og fara til arbeiðis, tá teir annars hava frí, fáa teir bara 25 prosent oman á føstu lønina, og hetta er ein av stóru knútunum í samráðingunum, sigur Arnfinn Bech.
Maskinmeistarafelagið krevur nevniliga fult endurgjald fyri mista frítíð, og tað er 100 prosent og ikki bara 25 prosent, sigur hann.
- Vanliga arbeiðstíðin hjá einum maskinmeistara hjá Strandferðsluni er 2.366 tímar um árið.
– Tað er meira enn 45 tímar um vikuna og væl meira, enn vanliga arbeiðstíðin hjá flest øllum fólki á landi.
– Siglandi maskinmeistarar mugu eisini ofta vera umborð ein part av tíðini, teir hava frí, so tað minsta, tú kanst vænta tær, er, at frítíðin veruliga verður vird.
Eini onnur viðurskifti, Maskinmeistarafelagið vil hava í rættlag, er skipanin við føstum avloysarum hjá Strandferðsluni.
– Teir skulu vera tøkir 2.366 tímar um árið, men í roynd og veru hava teir ikki trygd fyri einum einasta arbeiðstíma. Slíkar arbeiðstreytir kann ongin standa modell til, sigur Arnfinn Bech.
Endar tað við verkfallið, verður siglingin hjá Strandferðslunu munandi skerd, men hon verður ikki niðurløgd heilt, tí manningarfeløgini hava bundið seg til at sigla ein túr um dagin í 21 dagar, og so skal samráðast um framhandaldi sigling.