Nú er aftur bannað at larma undir Nólsoynni, Skúgvi og Mykinesi

Tað er galdandi fyri alt, sum flýtur

Áki Bertholdsen
15. apríl 2024 kl. 15:20

Nú fer fuglurin at reiðrast og sostatt verða aftur serligur reglur settar í gildið fyri sigling undir Nólsoynni, Skúgvi og Mykinesi. Tað er tí at hesar oyggjar eru tað tey kalla Ramsar-oyggjar og tí hava vit skyldu til at geva fuglinum har eina serliga verju.

So frá í dag, 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn átta míl um tíman, nærri enn 500 metrar úr landi undir allari Skúgvoy og Mykinesi og rundan um ein part av Nólsoynni.

Samstundis er harður tónleikur, sigling við vatnskootarum, eisini bannað í hesum tíðarskeiði.

Umhvørvisstovan sigur, at endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið.

Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Kortini eru skip í fastari rutusigling undantikin, tey skulu, í størst møguligan mun, avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. 

Bannið er heldur ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.