Mynd: Føroya Tele
Nú er 5G tendrað
Kundar hjá Føroya Tele og Nema hava nú atgongd til 5G
Fríðmundur Nattestad
15. apríl 2024 kl. 11:12
Nú hava kundar hjá Føroya Tele og Nema atgongd til 5G, tí tíðliga í morgun tendraði Føroya Tele 5G-tøknina á nýggja Ericsson-farnetinum.
- Hetta er ein stórur dagur fyri Føroyar, og vit hátíðarhalda meira enn bert talgilda sambandið. Við nýggja farnetinum og teimum hentleikunum, sum fólk og vinnulív hava atgongd til, er dentur lagdur á talgilda samansjóðing. Tað merkir, at øll hava atgongd til ta megi, ið sambandið gevur. Partalagið við Ericsson fevnir um meira enn fjarskiftiskervið. Tað er eisini við til at byggja brýr um gjáir – bæði talgildar og geografiskar”, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti í tíðindaskrivi.