Dagstovnaøkið skal endurskoðast og fáa ein styrk, vit skulu skapa betri umstøður at eldast í við eitt nú eldraíbúðum, og vit skulu geva umhvørvisøkinum eina yvirháling. Somuleiðis mugu vit ásanna, at Tórshavnar Kommuna spælir ein førandi leiklut í at venda gongdini við fólkafráflyting.
Heilt frá barnsbeini hava vit tørv á góðum og sterkum kommunalum tænastum, og tað er púra grundleggjandi fyri okkum, at tænasturnar rigga. Ávaringartekin hava verið í kjarnuvælferðini, sum kommunan varðar av. Vit noyðast nú at royna okkurt nýtt. Millum annað skjóti eg upp, at vit geva fyrireikingartímar til starvsfólk á dagstovnaøkinum, og at vit fara aftur til at seta starvsfólk til matgerð á stovnunum burturav, soleiðis at námsfrøðingar og hjálparfólk kunnu hugsavna seg um børnini.
Ofta verður tosað um, at okkum tørvar eitt “millumting” fyri eldri borgarar, sum hvørki er egin hús ella ellis- og røktarheim. Vit skulu byggja eldraíbúðir, har fólk búgva í egnum íbúðum tætt at hvørjum øðrum og tætt at viðkomandi frítíðar- og heilsutilboðum. Hesar tankarnar hava vit spælt okkum við leingi – nú er at gera teir til veruleika!
Vit kunnu ei heldur liva við, at kloakkirnar í kommununi eru í so ringum standi. Gamaní eru nógvar milliónir settar av til at umvæla hesar innan, men vit skulu seta okkum ambisjøs mál – ikki minst soleiðis at vit kunnu sleppa av vit rottuna (tí tað ber til!). Harafturat skulu kloakkirnar førast út á streymasjógv, soleiðis at vit kunnu njóta okkara náttúru uttan skaðilig evni og bakteriur.
Mangan verður tikið til, at vinnan er grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum. Men eg havi hug at venda hesum á høvdið og siga, at vælferðarsamfelagið er grundarlagið undir vinnuni. Tí uttan vælvirkandi dagstovnar, kunnu foreldur ikki fara til arbeiðis. Uttan fjølbroyttar bústaðarmøguleikar hava fólk ikki møguleika at flyta til kommununa at seta búgv og harvið vera tætt at sínum arbeiðsplássi. Uttan ein virknan innsats frá kommununi at venda gongdini við fólkafráflyting, fáa vit ikki tey við hægri útbúgving heimaftur at gera eitt íkast til vinnuna. Ein tann størsta avbjóðingin hjá vinnuni er í løtuni trot á arbeiðsmegi – og tí eru hesar kjarnuuppgávurnar í vælferðarsamfelagnum grundarlag undir einum stinnum vinnulívi.
Lat okkum tískil nú seta okkum fyri at loysa tær avbjóðingarnar, ið eru á vælferðarøkinum, og syrgja fyri, at trivnaður í kommununi verður fremsta raðfesting komandi 4 árini.
Barbara Gaardlykke Apol
Valevni fyri Javnaðarflokkin