Rættarmálið móti millum annað Karim Benzema, fronskum landsliðsleikara og áleypara hjá Real Madrid, í sambandi við eitt mál um avnoyðan er nú byrjað.
Benzema er saman við øðrum ákærdur fyri at hava roynt at avnoyða fyrrverandi landsliðsfelagan, Mathieu Valbuena, fyri pening afturfyri ikki at almannakunngerða privatar upptøkur, eitt sokallað sex tape, av Valbuena.
Málið hevur sína byrjan í 2015, men er nústaðni komið fyri rætt, men Karim Benzema, sum heldur lítið um sakina, møtti ikki upp í rættinum í Versailles.
Málið byrjaði, tá Valbuena lat sína telefon til ein annan mann, Axel Angot, og bað hann um at flyta alt tilfarið á telefonini á eina nýggja telefon. Angot kom fram á óhepna tilfarið, og hann er saman við einum øðrum manni, Mustapha Zouaoui, ákærdur fyri at hava roynt at avnoytt Valbuena.
Sambært BBC høvdu teir báðir menninir sett seg í sambandi við ein barndómsvin hjá Karim Benzema, ið síðani fekk fatur á Benzema fyri at leggja trýst á Valbuena.
Benzema vil sjálvur vera við, at hann royndi at hjálpa Valbuena við at greiða honum frá, at talan var um fólk, ið vóru ófín í kantinum, og at hann kundi seta Valbuena í samband við barndómsvinin hjá sær, sum hann hevði álit á.
Løgreglan hevur kortini avlurtingarupptøkur, har Benzema hevur sagt við barndómsvinin, at Valbuena ”ikki tekur okkum í álvara.”
Valbuena hevur sjálvur gjørt greitt, at hann hevði ongantíð ætlanir um at lata nøkrum pengar fyri upptøkurnar, og at hann fortaldi familjuni um upptøkurnar, tá búrkropparnir av fyrstani tíð høvdu sett seg í samband við hann.