Fólkatalið í Eysturoy er størri, enn tað nakrantíð áður hevur verið. Nýggja uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at tað nú búgva 12553 fólk í Eysturoy. Síðani miðskeiðis í nítiárunum hevur talan verið um støðugan vøkstur.
Frá 1985 og tíggju tey næstu árini minkaði fólkatalið í Eysturoy. Kreppan bar við sær, at fólkatalið í 1995 var 9355, meðan tað tíggju ár frammanundan var 9977.
Lutfalsliga búgva tað nú 22,9 prosent av samlaða fólkatalinum, sum er 54530, í Eysturoy.
Í 1985 búðu 22,0 prosent í Eysturoy, og sostatt hevur lutfalsligi vøksturin hesi 38 árini verið 0,9 prosent.
1985 | 1995 | 2005 | 2015 | 2023 | |
Eysturoy | 22 | 21,8 | 22,2 | 22,2 | 22,9 |
9977 | 9355 | 10737 | 10880 | 12553 |
Fólkatal september 2023 | |
Oyndarfjørður | 126 |
Elduvík | 16 |
Funningsfjørður | 59 |
Fuglafjørður | 1.632 |
Hellurnar | 12 |
Leirvík | 1.049 |
Undir Gøtueiði | 32 |
Gøtugjógv | 53 |
Skálafjørður, Eysturkommuna | 4 |
Norðragøta | 662 |
Syðrugøta | 498 |
Nes, Eysturoy | 370 |
Saltnes | 163 |
Toftir | 995 |
Æðuvík | 98 |
Glyvrar | 474 |
Lamba | 152 |
Rituvík | 330 |
Runavík | 580 |
Saltangará | 1.175 |
Skipanes | 55 |
Søldarfjørður | 350 |
Lambareiði | 11 |
Innan Glyvur | 84 |
Kolbeinagjógv | 36 |
Morskranes | 26 |
Selatrað | 43 |
Strendur | 1.018 |
Skála | 761 |
Skálafjørður | 138 |
Eiði | 720 |
Ljósá | 37 |
Svínáir | 51 |
Norðskáli | 319 |
Oyrarbakki | 166 |
Oyri | 182 |
Funningur | 48 |
Gjógv | 28 |