Á árligu Ferðavinnustevnuni, sum í ár er á Hotel Føroyum tann 8. november, verða heiðursbrøv handað ársins ferðavinnufólki, ársins eldsál og ársins nýbroti.
Send tilnevningar inn
Tilnevningar til heiðursbrøv kunnu saman við grundgevingum sendast til industry@industry.fo. Freistin at senda tilnevningar inn er mánadagin 21. oktober.
Í dómsnevndini sita Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Biskopstø fyri kunningarstovurnar.
Heiðursbrævabólkarnir:
Ársins ferðavinnufólk
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk, sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.
Ársins eldsál
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.
Ársins nýbrot
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.
Á Ferðavinnustevnuni 2023 vórðu heiðursbrøv handað Karini Visth, Ársins ferðavinnufólk, ”Við Peter Pan til Neverland” við Seatravel, Regini W. Dalsgaard, Ársins nýbrot og Samsoni Højgaard við boat.fo, Ársins Eldsál:
Vinnarar higartil eru: |
2016 |
Ungt stjørnuskot í ferðavinnuni |
Poul Andrias Ziska |
Ársins leiðari í ferðavinnuni |
Johannes Jensen |
Átøk fyri burðardygd í ferðavinnuni |
Ríð & Et |
Nýskpan í ferðavinnuni |
Bindifestivalurin í Fuglafirði |
Ársins ”It’s all about people” prísur – ein eldsál í ferðavinnuni |
Sámal Bláhamar |
2017 |
Ársins ferðavinnufólk |
Nancy Justinussen |
Ársing nýbrot |
Visit Nólsoy |
Ársins eldsál |
Eirik Suni Danielsen |
Serlight heiðursrbæv |
Maria á Lofti |
2018 |
Ársins ferðavinnufólk |
Pól Sundskarð |
Ársing nýbrot |
Óli Kristian á Torkilsheyggi/Navia |
Ársins eldsál |
John Mikkelsen |
Serligt heiðursbræv |
Ingigerð á Trøðni |
2019 |
Ársins ferðavinnufólk |
Tórstein Christiansen |
Ársing nýbrot |
KOKS |
Ársins eldsál |
Halda Juul Olsen |
2021 |
Ársins ferðavinnufólk |
Sunniva Arge |
Ársing nýbrot |
Norröna |
Ársins eldsál |
Tummas Láadal |
2022 |
Ársins ferðavinnufólk |
Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi |
Ársing nýbrot |
Tjørnuvíkarleiðin hjá Sunda Kommunu |
Ársins eldsál |
Hans Esbern Heinesen úr Tjørnuvík |
2023 |
Ársins ferðavinnufólk |
Karin Visth |
Ársing nýbrot |
”Við Peter Pan til Neverland” við Seatravel, Regin W. Dalsgaard |
Ársins eldsál |
Samson Højgaard við boat.fo |