Nú ber til at senda listaverk inn til Várframsýningina

Arbeiðssetningurin fyri Várframsýningina 2018 er "List fyri listarinnar skyld"

Guðrun í Jákupsstovu
15. januar 2018 kl. 14:55

Nú fáa listafólk møguleikan at senda listaverk inn til árligu Várframsýningina, ið verður í Listasavni Føroya í døgunum, 7. til 29. apríl 2018.

Yvirskipaði arbeiðssetningurin til sýningina er "Art for art's sake", ella "List fyri listarinnar skyld". Hesin arbeiðssetningurin leggur upp til nógva egna tulking og listarligt rásarúm fyri einstaka listafólki.

Várframsýningin er tó ein sensurerað sýning. Tað merkir at ein dómsnevnd metir um hvørt einstaka verk, ið verður sent inn, og tekur avgerð um, um tað sleppur upp í part í sýningini ella ikki.