Meðan tað hevur verið møguligt at stroyma dystir úr Betri Deildini hjá monnum, so hevur tað víst seg at vera eitt sindur torførari at stroyma dystir í kappingini um Løgmanssteypið á einum stað – inntil nú.
Tí nú er nýggj stroyming-tænasta komin, sum fer at stroyma allar steypadystirnar í dag og í kvøld.
Tað er Ø-Media, ið fer at stroyma frá steypakappingini á www.stroyming.com, har tað fer at verða gjørligt at keypa sær atgongd til dystir – bæði ein einstakan dyst ella allar dystirnar hetta umfarið, í einum.
– Vit eru ógvuliga fegnir um, at vit kunna geva føroyingum hendan møguleikan at stroyma dystir frá kappingini um Løgmanssteypið, sigur Búgvi Øster frá Ø-Media.
Kostnaðurin fyri at stroyma ein dyst verður 75 krónur, men til ber eisini til at keypa sær atgongd til allar fýra dystirnar í dag fyri 133 krónur í alt.
– Higartil hava dystirnir í kappingini um Løgmanssteypið ikki verið stroymdir á einum stað. Tó hava onkur feløg stroymt sínar egnu dystir, men tað hevur verið ikki eitt samlað stað. Eg vóni, at føroyingar fara at taka væl ímóti hesi tænastuni, sigur Búgvi við Dimmalætting.
Ø-Media er veitari av stroyming av tiltøkum, fyrilestrum og stendur eisini fyri at stroyma hondbóltsdystir, men nú fáa fótbóltsfjepparar eisini ágóðan av, at dystir í kappingini um Løgmanssteypið verða stroymdir á einum stað.
– Vónirnar eru, at vit eisini kunnu hava annað tilfar á stroyming.com í framtíðini, sigur Búgvi Øster.
Skráin fyri fjórðingsfinalurnar í dag sær soleiðis út:
Klokkan 18.00: HB-AB
Klokkan 18.30: KÍ - ÍF
Klokkan 18.45: TB-07 Vestur
Klokkan 20.00: B36 – Víkingur
Dystirnir kunnu stroymast á www.stroyming.com