Tað er fagnaður í Runavík í kvøld. Óføra kvinnuliðið í fótbólti hjá NSÍ er á veg til hús við steypinum, sum tær vunnu í steypafinaluni ímóti Víkingi. Steypafinalan endaði við 4-1 sigri til NSÍ. Stóri spælarin var Heidi Sevdal, sum skoraði trý mál.
Í kvøld eru spælarar og fjepparar bjóðaðir til suppu í Bylgjuni. Tað er klokkan 22. Tað verður skipað fyri rekkjukoyring frá skúlanum á Glyvrum og út í Bylgjuna.
NSÍ er topplið í landskappingini, og tað er sera góður møguleiki fyri, at NSÍ fer at vinna fyrsta FM heitið í kvinnufótbólti yvirhøvur. NSÍ hevur tveir dystir eftir í FM endaspælinum. Tann fyrri er á heimavølli ímóti HB, og tann seinni er á útivølli ímóti Víkingi. HB er aftast í FM endaspælinum, og í kvøld vísti NSÍ seg at hava gott tak á Víkingi.
-NSÍ vann steypafinaluna í fjør, og vit fegnast um sigurin í kvøld. Nú fara vit at hava fokus á dystinum á heimavølli ímóti HB. Um tað eydnast at vinna hann, so verður síðsta takið at vinna ímóti Víkingi í Sarpugerði. Vit halda okkum hava møguleika fyri tí, men enn er einki avgjørt, sigur Julia Naomi Mortensen í samrøðu við Televarpið.
Julia Naomi hevur áður spælt við HB. Eftir at hava verið burturstødd og ikki verið við í føroysku landskappingini í fjør, valdi hon eftir at vera komin aftur til Føroya at spæla við NSÍ, og tað hevur gingið væl. Julian Naomi hevur higartil í ár skorað 23 mál í 18 dystum í landskappingini og steypakappingini.