NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:
28 ára gamli álopssinnaði miðvallarin Jasper Van Der Heyden hevur júst skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ.
NSÍ-leiðslan er í gongd við at fyrireika hópin til eitt nýtt ár í bestu deildini, og nú hevur ein av profilunum í føroysku kappingini seinastu árini skrivað undir.
Jasper er upprunaliga úr Belgia, men hann hevur seinastu fýra kappingarárini spælt í bestu føroysku deildini. Tað er blivið til 88 dystir og heili 22 mál.
Talan er um ein royndan leikara, ið hevur júst tær dygdirnar, ið eyðkenna ynskiliga NSÍ-spælið. Hann er kvikur, hevur sera góðan bóltførleika og so er hann eisini málfarligur.
Vit á heimasíðuni eru sera spent, nú hópurin byrjar at taka skap. NSÍ-leiðslan heldur síni kort tætt at kroppinum, so vit mugu bara bíða í spenningi fyri at vita, um fleiri leikarar eru á veg.
Vit gleða okkum til at síggja Jasper ganda við bóltinum á vøllinum við Løkin.
Hjartaliga vælkomin í gult, skrivar NSÍ í kvøld.