Fríggjadagin skrivaði Dimmalætting, at føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevur givið Klæminti A. Olsen nakað at hugsa um, nú hann hevur mælt NSÍ-málrevinum til at skifta felag til komandi kappingarár.
Starvsnevndin hjá NSÍ skrivar á heimasíðu sínari, at felagið tekur staðiliga frástøðu frá hesi útsøgnini hjá landsliðsvenjaranum.
- Nevndin metir, at tað er sera óheppið, at landsliðsvenjarin alment heitir á ein leikara um at skifta felag, skrivar starvsnevndin á NSÍ-heimasíðuni.
Víðari skrivar starvsnevndin, at føroyingar hava javnan kjakast um landsliðsúttøkurnar, og at tað er natúrligt.
- Kann ein leikari spæla við triðbestu deildini í Norra? Kann ein skaddur leikari vera í hópinum? Kann ein leikari uttan felag spæla við landsliðnum?
Víðari skrivar felagið, at:
"NSÍ er eitt stórt felag í Føroyum. Hóast besta mansliðið tekur eitt ár í næstbestu deildini, so eru ambitiónirnar enn tær somu. Felagið er í eini spennandi tilgongd, har bygnaðurin er endurskoðaður og fleiri leikarar hava skrivað undir. Felagið hevur eisini nýliga skrivað sáttmála við ein nýggjan leikara, sum ígjøgnum fleiri ár hevur útmerkað seg í bestu deildini.
Hesi almennu boðini frá landsliðsvenjaranum koma sera illa við í fyrireikingunum hjá NSÍ. Nakrir mánaðir í næstbestu deildini broyta einki. Venjingarstøðið verður tað sama, og besta mansliðið verður eftir ætlan aftur at síggja í toppinum av føroyskum fótbólti innan eitt ár".