NSÍ skiftir venjara

Felagið boðar frá, at Sámal Erik Hentze og NSÍ eru farin hvør til sítt

Jóannes Hansen
27. september 2023 kl. 19:23

Tað verður ikki Sámal Erik Hentze, sum fer at vera oddamaður, tá ið NSÍ næsta kappingarár aftur fer at royna seg í bestu deildini.

Í kvøld boðar NSÍ frá, at felagið og venjarin eru samd um at fara hvør til sítt nú beinanvegin.

NSÍ skrivar soleiðis:

Besta mansliðið hjá NSÍ hevur, sum kunnugt, longu tryggjað sær sætið aftur í bestu deildini. Sáttmálin millum NSÍ og Sámal Erik Hentze gongur út eftir hetta kappingarárið.

Partarnir eru longu nú samdur um, at Sámal Erik ikki verður venjari hjá NSÍ næsta kappingarár. Sum avleiðing av hesum – nú uppflytingin longu er tryggjað – eru partarnir eisini samdir um, at Sámal Erik ikki stendur á odda fyri NSÍ seinastu fýra dystirnar í ár.

Vit vilja við hesum takka Sámal Eriki fyri hansara góða arbeiði fyri NSÍ. Uppgávan er loyst til fulnar, nú uppflytingin longu varð tryggjað, tá fimm dystir vóru eftir at spæla.

Christian Høgni Jacobsen hevur ábyrgdina av besta mansliðnum restina av kappingarárinum, skrivar NSÍ.

Sámal Erik Hentze tók í hesum umfarinum við sum NSÍ venjari í mars mánað í fjør. Hann var eisini venjari hjá NSÍ í 2018, tá ið NSÍ endaði næstfremst í bestu deildini.