Tað er langt til leygardagin 7. oktober, tá ið steypafinalan í kvinnufótbólti er sett at vera. Men longu nú bendir alt á, at tað vera NSÍ og KÍ, sum fara at spæla ta finaluna.
Í dag hava fyrru hálvfinalurnar verið. Seinnu hálvfinalurnar eru settar at vera 27. august. Tá skal nógv venda heilt øðrvísi, um tað ikki vera NSÍ og KÍ, sum samantalt fara at vinna hálvfinalurnar.
NSÍ hevði tíðliga seinnapartin vitjan av Víkingi, sum noyddist aftur um Gøtueið við 4-1 tapi. NSÍ var eftir fyrra hálvleik frammanfyri 3-0.
Dania Olsen var tvífaldur málskjútti í fyrra hálvleiki. Hon setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hon hon økti til 3-0 við brotsspark, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Heidi Sevdal skoraði 2-0 málið tveir minuttir eftir 1-0 málið.
Sey minuttir eftir steðgin økti Sara Samson Lamhauge um munin til 4-0, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Hjørdis Rasmusdóttir, sum minkaði um munin til 4-1.
Í Klaksvík endaði tað við 5-0 KÍ sigri ímóti B36. Hálvleiksstøðan var 2-0, og støðan var óbroytt, ti tað restaði eitt korter.
Eyðvør Klakstein setti í 6. minutti hol á, tá ið hon royndi seg við langskoti, og í 19. minutti økti Rebekka Benhakoura um munin til 2-0, tá ið hon var leys mitt fyri málinum. Í báðum førum í fyrra hálvleiki, tá ið KÍ skoraði, átti Jancy Mohr næstsíðsta fótin á.
Tá ið Eyðvør Klakstein eitt korter undan leikloki varð tvímálaskjútti var veruspælið hjá B36 lítið sannførandi, og sama skilið var, tá ið innskifta Durita Hummeland fimm minuttir seinni økti um munin til 4-0. Innskifta Maria Vinjardsdóttir Johansen staðfesti 5-0 sigurin. Innleggið úr vinstru átti innskifta Lilan Simona Jacobsen.