NSÍ legði rygg til eyðmýking

1. DEILD: Góða HB liðið í næstbestu deildini ber ábendingar við sær um, at kappingin á besta liðnum fer at vaksa

Jonhard Hammer
4. mai 2023 kl. 23:41

Tað kom heilt óvart á, tá ið besta NSÍ liðið, sum við Sámal Erik Hentze á beinkinum ætlar sær at flyta aftur í bestu deildina í heyst, í kvøld legði rygg til 5-0 tap í Gundadali ímóti HB. Hesin veruleikin ber boð um, at botnstøðið er óvanliga lágt. Tá ið fimm mál fara ígjøgnum, so er verjuspælið ikki sannførandi, og tá ið tað ikki eydnast at skora mál úr onkrum góðum møguleikum, so stendur tað ikki so væl til.

Tað kann gott vera, at NSÍ í heyst fer at flyta upp. Men í kvøld var avrikið øgiliga langt frá tí, sum tað skal til fyri at flyta upp.

At HB vann 5-0 er eisini søgan um, at næstbesta HB liðið í kvøld spældi skjótt og væl, og at Jákup L. Thomsen í álopinum var sera væl fyri. Hann skoraði hattrikk, og tað eigur at bera sjálvsálit við sær, sum kann styrkja um avrikini, tá ið hann fær møguleikan aftur í bestu deildini.

Tveir aðrir, sum áður hava spælt á besta HB liðnum, og sum ætla sær at sleppa aftur í bestu deildina, vóru á vøllinum í kvøld. Teir eru Heri Hjalt Mohr og Tróndur Jensen, sum eru á veg at koma fyri seg aftur.

Við 2-0 sigri á útivølli ímóti B68 styrkti Skála um sína støðu sum topplið og stórfavorittur at flyta upp. B68 er á niðurflytingarplássi, men avrikið í kvøld var væl betur, enn tað var leygardagin, tá ið B68 á heimavølli tapti 5-0 ímóti B36.

B36 hevði á Tórsvølli vitjan av KÍ. Klaksvíkingar løgdu seg á odda 1-0, men B36 javnaði í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki var B36 greitt omaná. Á B36 liðnum vóru fleiri ungir evnaríkir spælarar. Ein av teimum var Marius Árting Allansson, sum skoraði hattrikk.

Tá ið B71 vann 4-2 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, skoraði Tijani Mohammed tvey mál.

Í Streymnesi var heimaliðið á veg ímóti 3-1 sigri, men so svaraði FC Hoyvík aftur og tað endaði 3-3. Síðsta málið skoraðu gestirnir við Margáir í síðsta minutti.

 

 

 Víkingur – B71 2-4 (1-3)

0-1: Tijani Mohammed 20.

0-2: Tijani Mohammed 21.

1-2: sjálvmál 26.

1-3: Alvi Jespersen 29.

2-3: Óla Kristian Skála Jacobsen br 72.

2-4: Kristian Krog Hentze 90.

 

B68 – Skála 0-2 (0-0)

0-1: Meinhard Janusarson 71.

0-2: Carlos Perreira 92.+

 

EB/Streymur – FC Hoyvík 3-3 (2-1)

0-1: Rói av Fløtum 2.

1-1: Sámal í Skorini Jónsson 12.

2-1: Hans Pauli á Bø 40.

3-1: Hans Pauli á Bø 59.

3-2: Rói Jacobsen 70.

3-3: Fróði P. Rasmussen 90.

 

HB – NSÍ 5-0 (2-0)

1-0: Jákup L. Thomsen 35.

2-0: Jákup L. Thomsen 37.

3-0: Gilli Róason 54.

4-0: Rani W. Sørensen 56.

5-0: Jákup L. Thomsen 67.

 

B36 – KÍ 4-1 (1-1)

0-1: Jóhan Josephsen 17.

1-1: Marius Árting Allansson 42.

2-1: Marius Árting Allansson 51.

3-1: Mikkel Richardt Mortensen 57.

4-1: Marius Árting Allansson 91.+

 

Skála

8

7

0

1

18

3

21

NSÍ

8

5

1

2

17

9

16

Víkingur

8

5

0

3

22

14

15

8

4

0

4

13

16

12

B71

8

3

2

3

16

11

11

B36

8

3

2

4

17

14

10

FC Hoyvík

8

3

1

4

16

29

10

HB

8

2

2

4

13

14

8

B68

8

2

1

5

6

21

7

EB/Streymur

8

1

2

5

8

24

5

 

Leygardagin 13. mai

KÍ – EB/Streymur

B68 – Víkingur

Skála – HB

B36 – FC Hoyvík

B71 – NSÍ