Nýggi svenski venjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, hevur nú fingið ein av landsmonnum sínum at skriva sáttmála við NSÍ.
Talan er um 26 ára gamlan miðverja, sum eitur Adi Terzic, og sum í síni tíð var á svenska U19 landsliðnum.
NSÍ skrivar soleiðis:
Adi Terzic er 26 ára gamal. Hann er svii, men hevur eisini røtur úr Bosnia-Herzegovina, sum eftirnavnið ber boð um. Umframt royndirnar á svenskum ungdómslandsliði hevur hann spælt ikki færri enn 75 dystir í næstbestu deildini í Svøríki.
Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, kennir væl landsmannin hjá sær.
– Talan er um royndan miðverja. Hann er ein leiðaratýpa, ið hevur verið liðskipari á fleiri liðum. Hann er atletiskur og spælir javnt á einum høgum støði, sigur Jens Wedeborg við heimasíðuna hjá NSÍ.
Sjálvur er Adi Terzic sera spentur uppá eina nýggja uppgávu, har hann sleppur at royna seg í einum øðrum landi:
– Talan er um júst røttu løtuna hjá mær at royna eitt nýtt felag í einum nýggjum landi. Talan er um eitt áhugavert projekt, ið leiðslan í felagnum hevur lagt fram, og hetta ljóðar lokkandi. Eg fari at gera mítt allarbesta til at fáa felagið aftur í toppin av føroyskum fótbólti, har eg havi frætt, at tað hoyrir heima.
Vit gleða okkum til at bjóða Adi vælkomnum til vøllin við Løkin, skrivar NSÍ í kvøld.