Tað hevur gingið heilt av skriðuni hjá NSÍ í ár. Felagið hevur sum er 15 stig fyri 15 dystir, og tað eru 12 stig færri enn liðið hevði um sama mundi í fjør. Tá endaði NSÍ á fjórða plássi við 47 stigum fyri 27 dystir, og skal tað eydnast í ár, skulu nógv stig vinnast í seinnu hálvu. Ikki tí, frástøðan upp til fjórða pláss, sum gevur evropeiska atgongd, er sjey stig, men tað eru bara fýra stig niður til níggjunda pláss, sum gevur eitt heilt annað slag av fótbólti.
Áðrenn hetta kappingarárið byrjaði setti felagið Toda Jónsson sum venjara, men tað er synd at siga, at hann fekk tær bestu fortreytirnar at arbeiða undir. Fleiri leikarar góvust, fleiri skaðar vóru og tað sást eisini týðiliga á avrikinum, at teir leikararnir, sum skuldu avloysa, høvdu ikki styrkina - ella evnini - til tað.
Í landsliðssteðginum gjørdi nevndin av at slíta samstarvið við venjaran, og seinni kom fráboðanin um, at Sámal Erik Hentze tekur við, og nú hevur nevndin so útvegað fimm nýggjar leikarar til seinnu hálvu. Tveir vóru komni og í dag boðar felagið á heimasíðu síni frá, at nevndin hevur gjørt sáttmála við tríggjar nýggjar leikarar afturat.
Tað er í síðstu løtu, má sigast, tí spælaramarknaðurin letur aftur klokkan 16 seinnapartin, og nú er so í øllum førum greitt, at NSÍ fær tríggjar nýggjar leikarar afturat til felagið. Tí fyrr í mánaðinum boðaði NSÍ frá, at felagið hevði gjørt sáttmála við 21 ára gamla ukrainska leikaran, Egor Koritsky Sergeevich, sum hevur spælt í næstbestu deildini í heimlandinum, og harafturat er Jørgen Nielsen, sum spældi fyri NSÍ í fjør, komin aftur til felagið í summarsteðginum úr svenska felagnum Östers IF.
Teir tríggir nýggju eru Mathias Nielsen, Miska Rautiola og Lukas Giessing.
- Mathias Nielsen er 31 ára gamal, og hevur eina rúgvu av royndum úr donskum fótbólti, nevnast kann at hann hevur spælt fyri FC Nordsjælland, Viborg, AC Horsens, Randers og nú til seinast í HB Køge. Tí fegnast vit stórliga um at hava fingið ein sera royndan leikara inn í felagið, ein mann við royndum, sum kann hjálpa og stuðla okkara ungu monnum víðari í teirra útvikling.
Miska Rautiola er úr Finnlandi, hann er 24 ára gamal, og hevur hann spælt í bestu finsku deildini, hann er ein góður og sterkur verjuleikari, sum hóast sín unga aldur longu hevur nógvar royndir, stendur at lesa á heimasíðuni hjá NSÍ.
Triði nýggi leikarin er evnaríki 22 ára gamli Lukas Giessing, sum í seinastuni hevur havt sáttmála við danska felagið Nykøbing FC. Hann hevur tó livað eina fjakkaratilveru sum fótbóltsleikari, tí síðan 2017 hevur hann umboðað FC Midtjylland, AB á Argjum, AB í Keypmannahavn, HB áðrenn hann endaði í Nykøbing. Lukas Giessing hevur verið fasturfúsur á U21 landsliðnum í eitt tíðarskeið.