Tað sæst ikki aftur á stigatalvuni, at tað eru upprykkjarnir úr Runavík, ið taka ímóti føroyameistarunum úr Klaksvík í kvøld.
NSÍ á fjóra plássinum við 25 stigum andar KÍ í nakkan á triðja plássinum við 30 stigum, og má tað vera málið hjá NSÍ at eta seg enn meira inn á KÍ, meðan klaksvíkingar vilja leggja sjógv í millum feløgini bæði.
Runavíkingar eru fullir í sjálvsáliti við einum 4-0 sigri á EB/Streymi í skjáttuni, meðan klaksvíkingar seinasta sunnudag vórðu sendir úr FM-stríðnum av unga stjørnuskotinum hjá HB, Áka Samuelsen, ið skoraði hattrik.
Veddingarfyritøkurnar vænta tó ein KÍ-sigur.
Veddingarfyritøkan Oddset letur peningin 3,65 ferðir aftur, ið so fall at runavíkingar gerast sigursharrar, meðan ein sigur til KÍ einans gevur peningin 1,78 ferðir aftur.
Mest óvæntaða úrslitið sambært oddset er javnleikur, ið gevur peningin 3,85 ferðir aftur.
Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18:30.