Bolt.fo visti at siga frá hesum fyri vist í gjár, og í dag hevur NSÍ kunngjørt, at felagið hevur skrivað tvey ára sáttmála við svenskan venjara.
NSÍ skrivar soleiðis:
43-ára gamli sviin Jens Wedeborg hevur í dag skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ.
Á tíðindafundinum í Bylgjuni í dag kl. 16 kunngjørdi Karstin Joensen, formaðurin í starvsnevndini hjá NSÍ, at felagið hevur funnið nýggjan høvuðsvenjara í Svøríki.
Jens Wedeborg greiddi sjálvur frá, at hann byrjaði sína venjarayrkisleið á ungum árum. Hann hevur verið venjari hjá bæði kvinnum og monnum í ymsum aldri í 15 ár.
Hann segði eisini á tíðindafundinum, at hann sær NSÍ sum eitt av stóru feløgunum í Føroyum. Uppgávan er at fáa NSÍ upp aftur í toppin í føroyskum fótbólti. Hetta skal gerast við hørðum arbeiði bæði á og uttanfyri vøllin.
Við heimsíðuna hjá NSÍ sigur nýggi venjarin, at hann kann ikki lova at vinna hvønn dyst. Hinvegin kann hann lova, at hann verður málrættaður og eldhugaður í arbeiðnum at fáa NSÍ aftur millum tey bestu í Føroyum.
Vit gulu ynskja nýggja venjaranum hjartaliga vælkomnum til Runavíkar!
Saman standa vit sterk!