NSÍ hevur sett Rógva Nónsgjógv Poulsen í starv sum høvuðsungdómsvenjara. Starvið er eitt fulltíðarstarv. Rógvi fer at skipa alt ungdómsarbeið í felagnum.
Rógvi hevur eina kandidat útbúgving innan ítrótt (MSc Human Fysiologi). Harumframt hevur hann eitt UEFA A-licens venjaraskeið. Undan hesum starvinum hevur Rógvi starvast sum høvuðsungdómsvenjari hjá AB, fysiskur venjari hjá AB og sum fysiskur venjari hjá Betri liðnum hjá 07 Vestur. Rógvi er eisini partur av venjaratoyminum hjá U17 landsliðnum fyri dreingir.
Rógvi hevur eisini drúgvar royndir sum fótbóltsleikari. Hann hevur yvir 200 dystir í bestu deildini, har hann m.a. hevur umboðað AB, B36 og HB.
Vit í NSÍ gleðast um, at Rógvi er settur í starv hjá okkum. Vit ynskja Rógva hjartaliga vælkomnan í NSÍ, og honum verður ynskt blíðan byr í nýggja starvinum.