NSÍ skrivar soleiðis í dag:
30-ára gamli miðverjin Mirza Mujčić hevur skrivað sáttmála við NSÍ.
Mirza hevur drúgvar royndir sum yrkisleikari. Hann hevur umboðað millum annað GAIS í Svøríki, Viking Ólafsvík í Íslandi, Olimpjia Ljubljana í Slovenia og FC Schaffhausen & Xamax Neuchatel í Sveis.
Mirza hevur eisini umboðað Svøríki á ungdómslandsliðum, har er hann skrásettur fyri 16 dystir á U19 landsliðnum.
Mirza er tryggur á bóltinum, og so er hann sterkur í nærdystum. Mirza sigur, at hann er spentur upp á avbjóðingina í Føroyum, og at hann kann tilføra bæði royndir og vinnaravilja til liðið.
Jens Wedeborg sigur soleiðis um nýggja miðverjan:
- Mirza er ein ógvuliga royndur miðverji. Hann er uppaldur í akademinum hjá GAIS í Svøríki, har hann eisini spældi á besta liðnum hjá felagnum. Hann hevur spælt bæði í Norra og Íslandi, so hann kennir eina mentan, ið líkist tí føroysku.
Tey seinastu fýra árini hevur Mirza spælt á høgum støði í Sveis.
- Vit fáa ein sera royndan miðverja, sum vil spæla bóltin upp og sum er ein leiðaratýpa. Og so dugir hann at sparka við báðum beinunum. Tað gevur fleiri møguleikar í uppspælinum, skrivar NSÍ heimasíðan.