NSÍ hevur av álvara funnið málið

1. DEILD: NSÍ hevur skorað fimm mál í hesi vikuni

Meinhard Geyti og liðfelagar hansara í NSÍ vunnu í dag 2-0 í Gundadali ímóti Eliesar Johannesen og hinum á næstbesta liðnum hjá B36
Jóannes Hansen
15. apríl 2023 kl. 19:59

Tíðliga seinnapartin var besta liðið hjá NSÍ gestur hjá teimum næst bestu í B36.

Úrslitið var, at NSÍ vann 2-0. Bæði málini vóru skorað, áðrenn eitt korter var farið.

Tað fyrra skoraði Steffan A. Løkin í 7. minutti, og tað seinna skoraði Búi Egilsson í 14. minutti.

Úrslitið boðar frá at NSÍ nú av álvara hevur fingið ferð á málskjótingina. Týsdagin skoraði NSÍ tríggjar ferðir í 3-2 sigrinum á útivølli ímóti Víkingi. Ta ferðina var Steffan A. Løkin trífaldur málskjútti, og í dag var tað Steffan A. Løkin, sum setti hol á. NSÍ hevur higartil í ár skorað seks mál. Steffan hevur skorað fýra, og Búi Egilsson, sum í dag skoraði seinna málið, hevur skorað tvey mál.

Hagtølini siga, at NSÍ hevði seks hornaspørk, og at B36 hevði tvey hornaspørk, og NSÍ hevði 10 royndir á og framvið B36 málinum, meðan B36 hevði tvær royndir á og framvið NSÍ málinum.

B36 vann í fyrsta umfari 3-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Síðani hevur B36 tapt fýra dystir.

Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at NSÍ fór at vera millum liðini í toppinum, og mnú fer tað av álvara at líkjast hjá NSÍ, sum hevur vunnið 10 stig burtur úr fimm teimum fyrstu umførunm.