Nú er tað greitt, at NSÍ eigur annað liðið í kvinnufinaluni í steypakappingini.
Í dag vann NSÍ 5-0 á útivølli ímóti grannunum í Víkingi. Fyrru hálvfinaluna vann NSÍ 4-1 á heimavølli og hevur sostatt vunnið seg í steypafinaluna við samantaldum 9-1 málmuni.
Lena Olsen skoraði reint hattrikk. Hon økti til 3-0 í 68. minutti, til 4-0 í 81. minutti og so staðfesti hon 5-0 sigurin í 84. minutti. Í fyrra hálvleiki gjørdi Víkingur sjálvmál í 11. minutti, og tólv minuttir eftir steðgin var tað Rúna Olsen, sum umsetti brotsspark til 2-0.
Sambært skránni verður steypafinalan leygardagin 7. oktober. Tað er greitt, at steypafinalan verður millum NSÍ og B36 ella KÍ. Fyrra hálvfinalan millum KÍ og B36 var í Klaksvík og endaði við 5-0 heimasigri. B36 fær vitjan av KÍ mánadagin 28. august.