NSÍ fagnar kvinnunum

Í kvøld verður móttøka, nú kvinnuliðið hevur vunnið bæði FM og steypakappingina

Jóannes Hansen
19. oktober 2024 kl. 16:46

NSÍ kvinnurnar hava skrivað søgu. Fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevur eitt lið vunnið bæði FM og steypakappingina í fremstu deildini.

Tað eru NSÍ kvinnurnar, sum fyri stuttum vunnu steypafinaluna 4-1 ímóti Víkingi. Í dag var grannauppgerð í Sarpugerði. Víkingur vann 3-2, men tað er NSÍ, sum er føroyameistari og harvið greipuvinnari.

Í kvøld klokkan verður skipað fyri móttøku fyri greipuvinnarunum. Móttøkan verður klokkan 19 í Hæddini. Móttøkan er almenn, og NSÍ sigur, at skráin verður henda:

Formaðurin í NSÍ kemur at siga nøkur orð

Umboð fyri kommununa kemur at siga nøkur orð

Terje Vestergaard kemur at syngja

Smyrjubreyð verður til matna, og eisini okkurt søtt til bæði vaksin og børn.

Endastøðan í FM bólkinum fyri kvinnur er henda:

 

NSÍ

6

4

1

1

113

20

46

6

4

0

2

95

11

46

Víkingur

6

2

2

2

81

17

43

HB

6

0

1

5

61

29

27